Enn ikki greitt hvør dálkaði Trongisvágsfjørð

Enn ikki greitt hvør dálkaði Trongisvágsfjørð
Neyðugt er at greina royndirnar einaferð aftrat, sigur lærdi háskúlin í Århus
 
12.05.2014 - 11:47

Býráðið á Tvøroyri noyðist framvegis at brynja seg við toli. Tí enn ber ikki til at senda rokningina fyri upptakið eftir oljudálkingina á Trongisvágsfirði tann 25.september í fjør.

Í síðstu viku boðaði lærdi háskúlin í Århus frá, at av tekniskum grundum er neyðugt at greina royndirnar eina ferð afturat. Slíkt hendir viðhvørt, varð sagt.

Oljuroyndirnar vórðu sendar til Århus at greina. Oljuroyndir vórðu tiknar fyri at royna at staðfesta, hvaðani oljan í sjónum kom.

Svarið kemur síðst í hesari vikuni ella fyrst í næstu viku, vóru boðini úr Århus í síðstu viku.

Linda Hesselberg á Fútaskrivstovuni sigur, at býráðið á Tvøroyri fekk hesi boðini mikudagin í síðstu viku.

Nøkur skip eru undir illgruna fyri at hava dálkað fjørðin, millum annað Smyril.

Royndir eru tiknar av oljuni hjá skipunum fyri at samanbera hana við oljuna á sjónum.

Bæði politiið og Tvøroyrar kommuna vilja hava at vita, hvør dálkaði Trongisvágsfjørð.

Kommunan brúkti eina hálva millión krónur at taka oljuna upp. Og ta rokningina ætlar kommunan at senda tí, sum dálkaði.

Tað er revsivert at dálka við olju, og tí hevur politiið brúk fyri prógvi at leggja fyri rættin ella brúka í sambandi við sektaruppskot.

Bótin fyri at dálka við olju er stór.

Hon hækkaði nógv fyri nøkrum árum síðani. Bótin fyri 500 litrar er til dømis 150.000 kr., og hon er 250.000 kr. fyri 1.000 litrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. desember
Vikuskiftið 19 des 2025
201783
Fríggjadag 19. desember
RagnarRokk: Peavy Wagner um A New World Rising
201758
Fríggjadag 19. desember
Beinleiðis úr Studio 5 - Magni Christiansen
201750
Fríggjadag 19. desember
Morgunlestur fríggjadagur 19.desember 2025
200538
Hósdag 18. desember
RagnarRokk 18.desember 2025
201239
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. desember
Veðrið
201780
Fríggjadag 19. desember
Vigdís 4:4 - teknmálstulkað
201775
Fríggjadag 19. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201757
Hósdag 18. desember
Veðrið
201723
Hósdag 18. desember
Christian Matras (2:2)
201717