Nakað meir av sild er norðanfyri

Nakað meir av sild er norðanfyri
Tað vísa kanningar hjá Magnusi Heinasyni
 
15.05.2014 - 09:11

Nakað meira er av norðhavssild norðan fyri Føroyar í ár enn í fjør og fyrraárið. Tað er fyribils úrslitið av kanningini, sum Magnus Heinason gjørdi nú í mai.

Fyribils metingin í ár er 1,9 milliónir tons. Hon var 1,5 milliónir í fjør og 1,2 milliónir tons í 2012.

Havstovan ger tó vart við, at kanningarøkið er ikki neyvt tað sama øll trý árini.

Síðst í juni verður tikið saman um úrslitini hjá øllum londunum, sum kanna norðhavssildina. Tá fæst at vita, hvussu støðan er hjá norðhavssildini.

Tann økjandi miðalstøddin frá ári til árs er ábending um, at miðalaldurin veksur, sum tíanverri, sigur Havstovan, merkir, at lítil og eingin tilgongd er av smærri sild.

Sildin er sum heild hampiliga væl fyri eftir árstíðini, tað er eftir gýtingina, sigur Havstovan eisini.

Magnus Heinason kannaði eisini svartkjaft norðan fyri Føroyar.

Eftir nógv ár við lítið av svartkjafti norðanfyri, er hetta nú triðja árið á rað, at svartkjaftur aftur sæst í økinum.

Sum heild var talan um stóran svartkjaft, men bæði syðst og norðast í kanningarøkinum var væl av smáum svartkjafti uppií, sigur Havstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744