Næstformaður eftirlýsir førleikamenning

Næstformaður eftirlýsir førleikamenning
Førleikamenning átti at komið meiri út á skúlarnar og átti eisini at verið skipað betur, heldur Jónleif Johannesen, næstformaður í lærarafelagnum
Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya lærarafelag, eftirlýsir nú meira førleikamenning innan føroyska fólkaskúlan (tilvildarlig savnsmynd)
Mynd: KvF  
 
19.05.2014 - 12:19

Komandi skúlaár verða fleiri smærri skeið boðin út á Námi og Námsvísindadeildin á Setrinum bjóðar út linjulestrar til útbúnar lærarar og pedagogar og ískoytisútbúgving til bachelor til lærarar.

Hetta er at gleðast um, heldur Jónleif Johannesen, men hann vísír á, at tað liggur best fyri hjá lærarunum í miðstaðarøkinum at lesa henda lestur. Tí skal ein lærari, ið hevur langan veg til Havnar, taka hesi skeið, krevur tað nógv av viðkomandi.

Undirvísing kundi verið umvegis netið

Jónleif Johannesen heldur tí, at lærarar áttu at fingið niðurskurð í tímatalvuni, ið samsvarar við ta tíð lesturin og ferðin krevja. Ein annar møguleiki er at skipa stóran part av undirvísingini um netið, sigur Jónleif Johannesen.

Hann vísir eisini á, at førleikamenningin átti at verið skipað betur. Skúlar áttu at raðfest førleikamenning innan tey øki, sum kanningar vísa, at tørvur er á førleikamenning.

Skúlar skuldu fingið boðið førleikamenning til starvsfólkið innan tey øki, skúlin vil raðfesta, sigur Jónleif Johannesen, næstformaður í Føroya lærarafelag, við Skúlablaðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439