Nýtt tunnilsfelag stovnast

Nýtt tunnilsfelag stovnast
Nú verður partafelagið, sum skal gera, eiga og reka Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, stovnað. Landið setur 400 milliónir kr. í felagið
Nú verður nýtt, alment partafelag stovnað. Felagið skal gera, eiga og reka Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin (tilvildarlig savnsmynd)
Mynd: KvF

19.05.2014 - 08:28

Løgtingið gav 10. apríl Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, loyvi til at stovna partafelagið, og fimm dagar seinni kom lógin í gildi. Og í gjárkvøldið boðaði Fíggjarmálaráðið til tíðindafundar í dag klokkan tvey um nýtt tunnilsfelag, sum skal stovnast.

Sambært lógini verður stovnað eitt alment partafelag, sum skal byggja og reka báðar tunlarnar. Landið setur tilsamans 400 milliónir kr. í felagið hetta til 2024. Tær fyrstu 15 milliónirnar setur landið í felagið longu í ár og tær seinastu hálvthundrað milliónirnar um tíggju ár.

Um neyðugt, kann landið hækka partapeningin, ella veita felagnum avmarkaða trygd fyri at fáa fígging til Sandoyartunnilin. Sambært lógini kann felagið eisini taka ábyrgdarlán, og landið skal veita felagnum 10 milliónir kr. í árligum rakstrarstuðli, tá Sandoyartunnilin er tikin í nýstlu.

Hetta er tað sama sum tað kostar landinum at hava Teistan í sigling um Skopunarfjørð. Eysturoyartunnilin verður mettur at kosta eina milliard og 50 milliónir kr., og Sandoyartunnilin verður mettur at kosta 860 milliónir kr.

Fyrst verður farið undir Eysturoyartunnilin, og tá hann er boraður, verður farið undir at bora Sandoyartunnilin, tó í seinasta lagi í 2018. Gongst sum ætlað verður koyrandi bæði í Eysturoyartunlinum og Sandoyartunlinum í 2021.

Lógin sigur eisini, hvar tunlarnir báðir vera. Eysturoyartunnilin hevur rundkoyring og kemur upp bæði á Strondum og í Runavík. Sandoyartunnilin verður millum Gomlurætt og Traðadal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290