Rættarmálið móti Ratko Mladic byrjað

Rættarmálið móti Ratko Mladic byrjað
Altjóða dómstólurin í Haag skal taka støðu til ellivu ákærur ímói Ratko Mladic fyri leiklut hansara undir krígnum í Bosnia frá 1992 til 1995
Rættarmálið móti fyrrverandi leiðaranum fyri serbiska herin í Bosnia, Ratko Mladic, er byrjað. Høvuðsákæran er hópdrápið á 7.000 menn og dreingir
Mynd: AP

19.05.2014 - 16:50

Høvuðsákæran ímóti Ratko Mladic er hópdrápið á 7.000 menn og dreingir í Srebrenica. Ratko Mladic stóð á odda fyri bosniskt-serbiska herliðnum, ið fór inn í hetta ST varda øki í juli mánað í 1995.

Illgerðin verður mett sum tann ringasta í Evropa eftir seinna heimsbardaga. Ratko Mladic og herlið hansara eru eisini ákærd fyri at áhaldandi at hava skotið inn í Sarajevo fyri at drepa sivilfólk og spjaða ræðslu millum borgararnar í býnum.

Verjarnir hjá Ratko Mladic við dómstólin leggja dent á, at hann einans var ein hermaður, ið fylgdi boðum um at verja fólk sítt. Verjarnir fara eisini at vísa aftur ákærum um at endamálið hjá herovastanum var at útrudda ikki-serbar í pørtum av Bosnia og leggja partarnar aftrat einum Stór-Serbia.

Heilsan hjá Ratko Mladic farin at bila

Eftir kríggið í Bosnia eydnaðist tað Ratko Mladic at krógva seg í sekstan ár, men í 2011 varð hann tikin í Norður-Serbia. Ratko Mladic er vorðin 72 ára gamal.

Verjarnir hjá fyrrverandi leiðaranum fyri serbiska herin í Bosnia fara at føra fram í rættinum, at fyrrverandi herovastin er farin at gloyma og hevur ilt við at skilja millum veruligt og óveruligt.

Ein annar frá sama kríggi er fyrrverandi bosnia-serbiski leiðarin Radovan Karadzic, ið eins og Ratko Mladic er ákærdur fyri krígsbrotsverk og brotsgerðir ímóti mannaættini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482