- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góður túrur hjá Ennibergi

Túrurin var góðar átta vikur. Hetta var fyrsti túrurin hjá Ennibergi eftir stóru umbyggingina, har m.a. høvuðsmotorurin og verksmiðjan vórðu skift.
Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi, sigur við heimasíðuna hjá Jóanesi Nielsen, at trupulleikar á nýggju verksmiðjuni gjørdu, at túrurin vardi einar 14 dagar longur enn neyðugt.
Oljuútreiðslurnar verða færri
Høvuðsmotorurin og annars tað, sum skipasmiðjan MEST stóð fyri at skifta, riggaði væl, sigur Sonny Johannesen. Við nýggju tøkniligu skipanini kann Enniberg nú eisini kann sigla við ljósmotorinum.
Ferðin var 10 fjórðingar um tíman, og tað fer at hava við sær, at oljuútreiðslurnar verða færri, sigur Sonny Johannesen. Arbeitt verður alt samdøgrið at gera ábøtur á verksmiðjuna.
Gongst sum ætlað, fer Enniberg nýggjan túr mánakvøldið ella týsdagin, skrivar heimasíðan hjá Jóanesi Nielsen.


























