Orða barna- og ungdómspolitikk

Orða barna- og ungdómspolitikk
Klaksvíkar Kommuna er í holt við at festa á blað hugsanir um, hvat kommunan skal raðfesta á barna- og ungdómsøkinum komandi árini.
 
26.05.2014 - 14:58

Hvussu skal Klaksvíkar Kommuna raðfesta barna- & ungdómsøkið?

Tað er spurningurin, sum 140 starvsfólk, fakfólk innan barna- og ungdómsøkið og foreldur í løtuni viðgerða og fara at niðurfesta á blað.  Endamálið er at orða ein barna- og ungdómspolitkk, sum hevur til endamáls, at Klaksvíkar Kommuna fær niðurfeldar hugsanir um, hvat hon vil raðfesta á barna- og ungdómsøkinum komandi árini – tvørtur um valskeið, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Millum annað ynskir kommunan at festa á blað, hvussu kommunan kann skapa best møguligan trivnað, tryggleika og menning millum børnini og tey ungu í kommununi, og hvørji tiltøk eru neyðug at raðfesta fyri at røkka hesum málunum. 

Tilmæli verður seinni í ár verður handað seinni í ár

- Tá ið tilmælið er handað, verður tað lagt fyri politisku skipanina til viðgerðar og støðutakan til ein barna- og ungdómspolitkk fyri Klaksvíkar Kommununu, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung. 

Ætlannin er, at samtykti politikkurin verður eitt arbeiðsskjal hjá umsiting og tí politisku skipanini, sum verandi og komandi býráðspolitikarar kunnu styðja seg til.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928