Rættarformaðurin: Tað var ikki eitt óhapp

Rættarformaðurin: Tað var ikki eitt óhapp
Ákærdi maðurin stakk hin, segði hann í leiðbeining sínari til nevningarnar. Hansara meting er tó ikki bindandi fyri nevningarnar.
 
26.05.2014 - 11:52

Í sínari rættarleiðbeining til nevningarnar fyrrapartin vigaði rættarformaðurin prógvini hjá ákæruvaldinum og frágreiðingina hjá ákærda manninum.

Og tey, sum lurtaðu, vóru ikki í iva um, at skuldi rættarformaðurin einsamallur avgera sektarspurningin, er tann ákærdi sekur.

Tað var neyvan eitt óhapp, at tann deyði datt á knívin, eftir at teir báðir tókust í køkinum hjá manninum, sum doyði. 

Og tað var neyvan heldur neyðverja hjá ákærda manninum, sum gjørdi, at hin doyði.

Vísti á úrslitini frá líkskoðanini

Rættarformaðurin vísti á frágreiðingina hjá tí, sum skoðaði líkið. Sambært henni kann maðurin ikki hava stungið seg sjálvan. Hann kann heldur ikki vera dottin á knívin.    

Nevningarnir skulu svara nøkrum spurningum, antin ja ella nei, men tey skulu ikki grundgeva fyri svarinum. Minst átta av teimum 12 nevningunum skulu svara ja fyri at svarið er avgerandi.

Ákærdi er ikki sekur, um sjey ella færri siga, at hann er sekur.

Skulu svara spurningunum í ákæruritinum í dag

Spurningarnir byggja á ákæruritið um tann 69 ára gamla mannin.

Maðurin er ákærdur fyri at hava dripið ein 61 ára gamlan mann beint eftir klokkan níggju um kvøldið tann 20.november í fjør í einum sethúsum í Marknalíð í Havn. 

Halda nevningarnar ikki, at talan var um manndráp, skulu teir svara, um talan var um serliga grovan harðskap, sum førdi til, at tann 61 ára gamli maðurin doyði.   

Harafturat eru nevningarnir bidnir um at taka støðu til, um ákærdi gjørdi seg sekan í at fara frá einum manni, sum var í neyð, í lívsvanda, uttan at hjálpa honum ella biðja um hjálp.

Og tann 69 ára gamli maðurin er harafturat ákærdur fyri at fara inn íbúðina hjá hinum manninum, sum leigaði frá honum, hóast hann ikki hevði nakran rætt til tað.     

Nevningarnir skulu eisini svara, um ákærdi gjørdi tað, hann møguliga verður funnin sekur í, við vilja, við ráddum huga.

Allur rímiligur ivi, ikki allur ivi, men allur rímiligur ivi eigur at koma ákærda til góðar.

Skulu avgera revsing

Verður ákærdi maðurin funnin sekur, avgera nevningarnir og rættarformaðurin í felag, hvørja revsing, maðurin skal hava.

Tá hevur rættarformaðurin 12 atkvøður, líka nógvar atkvøður sum nevningarnir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928