- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinstriflokkurin er í kreppu

Tá úrslitið av valinum til ES-tingið var almannakunngjørt í gjárkvøldið, var tað greitt, at flokkurin hevur havt sítt ringasta val til ES-tingið í 25 ár.
Vinstriflokkurin stendur til at missa ein sess í ES-tinginum, og fær tveir. Formaðurin hevur boðsent floksleiðsluna á snarfund um støðuna.
- Vit hava fyri neyðini at sleikja sár. Vit hava fyri neyðini at tosa saman, segði Lars Løkke Rasmussen, og vísti til málini um klæðini og ferðina til Mallorca, sum Vinstriflokkurin hevur goldið fyri.
Góðar vónir
Hóast veljararnir hava givið flokkinum ein frammaná, hevur floksformaðurin framvegis vónir um, at hann kann fáa Vinstra aftur í forsætismálaráðið.
- Eg haldi meg hava dirvi, vilja og styrki til at vera tann rætta persónin, sum stendur á odda fyri Vinstra í andstøðu, og fáa lyklarnar til forsætismálaráðið aftur, segði Lars Løkke Rasmussen.
- Men tað verður ikki lætt, og í morgin verður tað torførari, enn tað var fyri tíggjum døgum síðani, segði formaðurin í Vinstra, tá úrslitið av valinum til ES-tingið varð greitt í gjárkvøldið.


























