Kunnu royna eftir toski á Føroya Banka

Kunnu royna eftir toski á Føroya Banka
Útróðrarbátar í bólki fimm kunnu aftur í ár royna eftir toski á Føroya Banka. Føroya Banki hevur verið friðaður fyri allari veiðu seinastu árini.
 
27.05.2014 - 14:58

Kunngerð er lýst, sum gevur útróðrarbátum í bólki 5, sum eru bátar undir 15 tons, møguleika at royna á Føroya Banka í samanlagt 70 fiskidagar, tað sum er eftir av hesum fiskiárinum.

Føroya Banki hevur verið friðaður fyri allari veiðu seinastu árini. Í lógini hevur landsstýrismaðurin tó heimild at loyva tíðaravmarkaðari veiðu við snellu, snøri ella tráðu.

Síðani 2010 hevur á hvørjum sumri verið loyvt smærru útróðrarbátunum at royna á bankanum í avmarkaðum dagatali.

Bátar, ið ætla sær á Føroya banka í ár, skulu søkja Vørn um fiskiloyvi. Bátar, sum longu hava søkt, nýtast ikki at søkja av nýggjum.

Toskurin á bankanum er av serligum slag og verður vanliga nýttur til serliga matgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858