- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingsfundur verður í morgin

Løgtingsfundur verður í morgin klokkan 10.00, tí Landsstýrið hevur tvey mál afturat, sum skulu avgreiðast í hesari tingsetuni.

Tey vórðu viðgjørd á landsstýrisfundi í gjár.

Skal viðgerða makrel og serviðgerðir uttanlands

Lógin um gjøldini á makreli og norðhavssild skal broytast, tí ætlanin er at hækka veiðigjøldini á makreli og norðhavssild í lógini, sum varð samtykt í fjør.

Og ein eykajáttanarlóg kemur eisini. Millum annað hevur Heilsuverkið brúk fyri fleiri pengum til serviðgerðir uttanlands.

Vinnunevdin skal viðgerða Eik málið og havrannsóknarskipið

Fyri tingfundin í morgin hevur Vinnunevndin fund.

Nevndin fer at skriva álit um uppskotið til samtyktar hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, um at fáa tríggjar løgtingslimir at kanna Eik Grunnin og eftirlitið við grunninum árini 2002 til 2010.

Nevndin fer at mæla til eisini at kanna lutin hjá Skráseting Føroya, sum hevur eftirlit við vinnurekandi grunnum, eftir 2010 fyri at fáa greiðu á, hví fyrningarfreistin beindi fyri møguleikanum at fara í rættin við teimum, sum stýrdu Eik Grunninum.

Vinnunevndin hevur eisini uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um havrannsóknarskipið, sum privat skulu byggja og síðani leiga landsstýrinum.

Men tað er ivasamt, um tað málið kemur aftur úr nevndini. Kemur tað ikki aftur, dettur tað burtur á ólavsøku.