Skapandi summar á Margarinfabrikkini

Skapandi summar á Margarinfabrikkini
Á summarskúlanum Summarnám er millum annað uppfinnaraverksmiðja, grafikkur og útilív á skránni
Mynd: Margarinfabrikkin  
 
27.05.2014 - 13:15

Børnini hava langa summarfrítíð, og foreldrini hava ikki altíð møguleika at hava frí saman við børnunum allar sjey vikurnar, tí skipar Margarinfabrikkin fyri summarskúla í viku 27. 

Dentur verður lagdur á tað skapandi innihaldi í verksmiðjunum. "Vit fara at vísa børnunum, at tilgongdin og sambandið við onnur børn, er meira umráðandi, enn endaliga úrslitið", skrivar fabrikkin í tíðindaskrivi.

Børnini eta hvønn dag morgunmat og frokost saman, og fáa sostatt høvi at fáa nýggjar vinir og læra onnur børn at kenna við øðrum áhugamálum, sigur Margarinfabrikkin.

Í ár eru hesar verksmiðjur: 

Útilív, kokkarok, kroppur í rørslu og rúmið, uppfinnara/byggi verksmiðja, grafikkur, leir verksmiðja og tónleika verksmiðja 

Freistin at melda til SummarNám er 16. juni 2014, og kostnaður er 600 kr. fyri hvørt barn. 

Mynd: facebook

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858