- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trotabúgvið eftir Eik-grunnin verður endað

Bara ein kreditorur er í trotabúnum Eik Grunnurin, og hann er Eik Banki. Kravið hjá Eik Banka er 340 mió. kr. Og trotabúgvið hevur okkurt um 3,2 milliónir at lata Eik Banka. Býtispeningurin er bara 0,9 prosent.
Trotabúgvið fekk eisini eitt krav afturat, 645.000 kr., frá Skráseting Føroya. Men bústjórin, Christian Andreassen, góðtók ikki hetta kravið.
Skrásetingin krevur pengarnar fyri granskingina av Eik Grunninum. Sambært grunnalóggávuni skal ein grunnur, sum verður granskaður, sjálvur rinda granskingina, men grunnamyndugleikin, í hesum førinum Skráseting Føroya, leggur pengarnar út.
Trotabúgvið eftir Dimmalætting verður eisini endað
Eitt annað trotabúgv verður eisini endað í Skiftirættinum í næsta mánað. 24. juni verður seinasti skiftafundur um smápartafelagið Bring, ella Dimmalætting.
Heldur ikki har er nógv at býta millum teirra, sum hava fingið krøv síni móti trotabúnum góðkend í Skiftirættinum. Býtispeningurin er góð 2,8 prosent.
Og seinasta freist at boða frá krøvum móti trotabúnum Faroe Seafood er ásett til 11. juni, sigur Skiftirætturin.


























