Vil styrkja samstarvið við Svøríki

Vil styrkja samstarvið við Svøríki
Annika Olsen, varaløgmaður, hevði í gjár fund við Ewu Björling, svenska handilsmálaráðharran
 
27.05.2014 - 11:23

Á fundinum umrøddu tær millum annað møguleikar fyri øktum samstarvi innan fíggingarvirksemi eitt nú í orku- og kervisútbyggingum. Eisini var samstarv innan e-handil umrøtt, og spurningurin um hvussu marknaforðingar kunnu beinast av vegnum.
Við á fundinum vóru sendifólk og ein svensk vinnusendinevnd umboðandi tíggju stórar svenskar fyritøkur. Millum fyritøkurnar teljast Fiskarföreningen Norden, NCC, NIBE, Orkla Foods Sverige, Saab, SEB og Volvo.
 
Málið upp um boykottið hjá ES, sum sambært løgmannsskrivstovuni er størsta vinnuliga marknaforðingin hjá føroyskum vinnulívi, var eisini á fundarskránni.

Annika Olsen segði eftir fundin í Tinganesi, at partarnar vóru sinnaðir at loysa avbjóðingar hjá londunum báðum. Fundurin ber boð um eitt gott og konstruktivt samstarv millum Svøríki og Føroyar.

Í dag fer Ewa Björling m.a. at seta Javnstøðuráðstevnu í Norðurlandahúsinum, umframt at hon saman við sendinevndini luttekur á Vinnulívsseminari í Norðurlandahúsinum.
  
Seinnapartin vitjar ráðharrin m.a. í Løgtinginum, har hon hevur fund við norðurlandaráðslimirnar og landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928