Klintrari datt oman

Klintrari datt oman
Ein 19 ára gomul genta datt seinnapartin í gjár oman í Norðradali, tá hon saman við fýra øðrum klintraði oman fyri bygdina
Mynd: faroeislands.dk

28.05.2014 - 09:40

Hon var klokkan tíggju í gjárkvøldið send við flogfari til Danmarkar til kanningar. Læknarnir boðaðu frá, at gentan hevur fingið skaða, men at støðan var stabil.

Tey fimm ungu fólkini eru von at klintra ymsa staðni.

Datt 15 metrar

Løgreglan sigur, at gentan var einsamøll eftir á einum hamara, eftir at hini vóru sigin niður. Tveir endar hingu niður fyri hamaran. Gentan tók í annan endan, sum var leysur, og datt útav.

Sjálvt fallið var einar 15 metrar. Men har er rættiliga bratt, og umframt sjálvt fallið, bóltaði hon einar 25-30 metrar oman gjøgnum brekkuna.

Tyrlan flutti gentuna á Landssjúkrahúsið

Løgreglan fekk boðini stutt fyri klokkan 17 í gjár, og setti alt fyri eitt bjarging í verk. Verjuskipið Triton hevði venjing um tað mundið, og tyrlan fór alt fyri eitt av verjuskipinum við lækna á staðið.

MRCC, løgreglan, fólk frá sjúkrabili og bóndin í Norðradali vóru eisini við í bjargingini. Tyrlan av Triton var á staðnum fimm korter eftir óhappið, og flutti gentuna á Landssjúkrahúsið.

Læknarnir avgjørdu seinni at senda gentuna við flogfari til Danmarkar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858