- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flokkarnir brynja seg til valstríð

Løgmaður er í trongum skóm, tað heldur John Johannesen, greinari. "Misálitið ímóti Jørgeni Niclasen var felt so tepurt, sum tað kundi, og nú er málið ikki ein trupulleiki hjá Jørgeni Niclasen, men ein trupulleiki hjá løgmanni", segði John Johannesen við útvarpið í dag.
Reimund Langaard og Helgi Abrahamsen úr tingbólkinum hjá Sambandsflokkinum heittu, aftaná atkvøðugreiðsluna um misalitið á Jørgeni Niclasen, á løgmann um at loysa Jørgen Niclasen úr starvið. " Men tað vil fólkaflokkurin ikki finna seg í, og tí hevur løgmaður ein ógvuliga stóran trupulleika. Tað einasta, sum kann fáa alt upp á beint aftur er flyta landsstýrismenn í nýggjar landsstýrissessir. Men tað er ósannlíkt, at semja kann fáast um tað", heldur John Johannesen.
Støðar versnar
John Johannesen vísur á, at tað bert er løgmaður sum kann loysa hesa støðuna, og hon hevur eisini avleiðingar fyri hann. "Tì støða hansara sum samgonguleiðari og politikari viknar fyri hvønn dag ið fer, áðrenn málið verður greitt" heldur hann.
Brynja seg til val
John Johannesen heldur, at greinar og úttalilsi seinastu dagarnar, benda á, at tingfólk brynja seg til val. "Og tað ger tað enn truplari hjá løgmanni at loysa støðuna, tí tingfólk leggja seg í hvør sína taktisku grøv. Støðan versnar fyri hvønn dag sum gongur, uttan at ein loysn er funnin", sigur John Johannesen.


























