- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kæra góðkenningina

Fjarhitafelagið fekk góðkenningina fyri nøkrum vikum síðan. Góðkenningin kann kærast til Fiskimálaráðið áðrenn 4.juni. Og tað fara eigarafeløgini at gera.
Nýggja góðkenningin
Í nyggju góðkenningini sum Fjarhitafelagið fekk, stendur millum annað, at roykurin frá hitamiðstøðini skal ikki vera heilsuvandi ella til ampa hjá fólki í nærumhvørvinum.
At fjarhitafelagið skal fyribyrgja, at olja og onnur umhvørvisdálkandi evni fara út í umhvørvið. Og óljóð, ristingar og geislingar frá hitamiðstøðini skulu avmarkast sum mest.
Og nú skal hitamiðstøðin brenna gassolju, ikki miðaltjúkka tungolja. Tað er eisini greitt er ásett at hitamiðstøðin í mesta lagið kann brenna 1000 tímar um árið, hitamiðstøðin kann to fáa undantaksloyvi at brenna meira.
Savna undirskriftir inn
Men eigarafeløgini halda ikki, at tær broytingarnar, sum eru gjørdar í nýggju góðkenningini bøta um vandarnar við einari hitamiðstøð, ið brennir olju.
Í skrivinum til undirskriftinnsavningina stendur millum annað: "Sannføring okkara er ongantíð so greið sum nú: Váðin er alt, alt ov stórur til, at vit tora at festa alt okkara álit á nakrar modellútrokningar við alt ov stórum óvissu-marginalum" skriva eigarafeløgini.
Heilsuskaðiligt og ótíðarhóskandi
Eigarafeløgini halda, at meginreglan yvirhøvur at byggja eina hitamiðstøð í einum øki við vanligum sethúsum er skeiv, og ótíðarhóskandi. “..hetta snýr seg ikki um, hvussu langur ein skorsteinur skal vera fyri at roykeitur ikki skal lenda í tínari stovu ella í lungunum á tínum børnum. Ella um tríggir oljutangar skulu liggja fimm ella seks metrar frá einum leikvølli, har børn spæla dagliga. Hetta snýr seg um sunnan fornuft".
Tey vísa á, at fjarhitaskipan verður lýst at vera “grøn”, "og tí er tað sjálvsagt, at felagið, ið stendur fyri orkuveitingini, ikki skal brenna olju í bústaðarøki", skriva eigarafeløgini.
Eigarafeløgini savnaði eisini undirskriftir inn fyri trimum árum síðani fyri at mótmæla hitamiðstøðini.


























