Tríggir vinnarar í teknikappingini

Tríggir vinnarar í teknikappingini
Tríggjar gentur vunnu teknikappingina hjá Fólkaheilsuráðnum í ár. Evnið var í ár altjóða tubbaksfríur dagar.
 
31.05.2014 - 15:46

Vár Norðberg, 13 ár, í Hvalba vann kappingina hjá teimum elstu, Signhild Johannesen 9 ár, í Saltangará vann miðbólkin, sum tey 7 til 10 ára gomlu vóru í, og hjá teimum yngstu vann Una Símunardóttir 6 ár, í Havn.

Tær fingu fimm hundrað krónur í part, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, handaði teimum vinningarnar.

400 tekningar úr øllum landinum, frá einstaklingum, barnagørðum og skúlaflokkum, komu til kappingina.

Í dómsnevndini vóru Ingrid Bjarnastein, Eli Smith og Vár Berghamar Jacobsen.
Til ber at síggja Allar 400 tekningarnar á framsýning á Torginum í SMS.

Á myndini sæst tekningin hjá Vár Berghamar Jacobsen

Kelda: Fólkaheilsuráðið

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858