Avlurtingarlógin og útlendingalógin eru samtyktar

Avlurtingarlógin og útlendingalógin eru samtyktar
Fólkatingið hevur samtykt tvær lógarbroytingar, sum koma í gildi í Føroyum
 
04.06.2014 - 07:54

Fólkatingið samtykti í gjár endaliga tvær lógarbroytingar, sum koma í gildi í Føroyum. Onnur er avlurtingarlógin, sum skal lætta um hjá løgregluni at kanna fólk, sum eru undir illgruna.

Talan er um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar. 

Løgtingið vildi ikki hava logging við í lógina. Og hon var so heldur ikki við, tá fólkatingið fekk lógaruppskotið úr danska Løgmálaráðnum.Í upprunaliga uppskotinum var ætlanin at áleggja telefeløgunum skyldu til at skráseta og goyma eitt nú telefonsamrøður, so politiið kundi brúka tær í sínum kanningum og ákæruritum. 

Lættari at fáa handverkarar

Hin lógin er útlendingalógin, sum skal broytast, so tað verður høgligari hjá føroyskum byggifyritøkum at fáa handverkarar úr ES til Føroya at arbeiða. Tá lógarbroytingin er komin í gildi, ber til at fáa faklærda arbeiðsmegi, - handverkarar, úr ES, so leingi arbeiðsloysið í Føroyum ikki fer upp um seks prosent. Í galdandi lóg er markið hálvt fjórða prosent.

Karen Hækkerup, løgmálaráðharri, átti bæði lógaruppskotini. Øll, sum vóru í fólkatingssalinum, atkvøddu fyri lógarbroytingunum. 

Løgtingið hevur longu samtykt báðar lógarbroytingarnar.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. august
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
211874
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744