Jørgen stevnir Kringvarpinum og Portalinum

Jørgen stevnir Kringvarpinum og Portalinum
Stevnt verður fyri bakbit, og í øðrum lagi fyri ærumeiðing og útspilling
 
04.06.2014 - 18:16

Við sær á fundin í ovastu leiðsluni hjá Fólkaflokkinum í kvøld hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, tey tíðindi, at hann nú ætlar sær at stevna Kringvarpinum og Portal.fo fyri ærumeiðing.

Fyri einum tíma síðani sendi advokaturin hjá landsstýrismanninum, Christian Andreasen, út eitt tíðindaskriv, har landsstýrismaðurin verður endurgivin fyri at siga, at  "grovi ágangurin móti mær seinastu mánaðirnar úr Kringvarpi Føroya og Portal.fo kann ikki longur góðtakast."

Útspilingarherferð

Í tíðindaskrivinum kallar landsstýrismaðurin tíðindaflutningin fyri eina útspillingarherferð, sum einans hevur til endamáls at oyðileggja hansara politisku framtíð.

Stevningin verður latin Føroya rætti ein av komandi døgunum, stendur í skrivinum, og tey, sum stevnd verða eru Dia Midjord, stjóri í Kringvarpi Føroya, Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya, Jan Lamhauge, tíðindamaður í Kringvarpi Føroya og Sveinur Tróndarsson, fyrrverandi tíðindamaður og ábyrgdarblaðstjóri á Portal.fo

Bakbit og ærumeiðing

Jørgen Niclasen ætlar sær at stevna fyri bakbit, og í øðrum lagi fyri ærumeiðing og útspilling. Jørgen Niclasen hevur eisini kært tíðindaflutningin í Kringvarpinum fyri fjølmiðlakærunevndini, sum fer at taka málið til viðgerðar um einar tveir mánaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423