Nýtt leiklistaráð tilnevnt

Nýtt leiklistaráð tilnevnt
Øll umboðini eru nú vald, leiklistaráðið er mannað av nýggjum. Ávís útskifting hevur verið, trý av sjey eru afturvald
Leiklistaráðið, sum er stýrið fyri Tjóðpall Føroya, er nú mannað av nýggjum
Mynd: tjodpallur.fo  
 
04.06.2014 - 11:54

Leiklistaráðið er stýrið fyri Tjóðpall Føroya. Og ein av fremstu uppgávunum, sum eru fyri framman, er at seta nýggjan stjóra fyri Tjóðpall Føroya.

Eisini tekur ráðið sær av yvirskipaðu viðuskiftunum í sambandi við yrkisleiklist og leiklist sum heild. Eitt nú tilmælunum til stuðulin til yrkisleiklist.

Sjey fólk eru í ráðnum. Sambært løgtingslógini fyri Tjóðpall Føroya, skal landsstýrismaðurin í mentamálum seta ráðið.

Tveir av limunum skal landsstýrismaðurin tilnevna eftir egnari avgerð. Annar skal vera formaður og hin fíggjar- og roknskaparkønur.

Soleiðis er ráðið mannað nú

Ráðið sær nú soleiðis út, og skal sita 3 ára tíðarskeiðið frá 1.mai 2014 til 30.apríl 2017 (tó skal starvsfólkaumboðið veljast annaðhvørt ár):

Elsa Johanna Høgenni, formaður, tilnevnd av landsstýrismanninum

Dánjal Joensen, tilnevndur av landsstýrismanninum

Ingibjørg Berg, eftir tilmæli frá Tórshavnar Býráð

Hilmar Joensen, eftir tilmæli frá MáF, Meginfelag áhugaleikara Føroya

Marita Dalsgaard, eftir tilmæli frá LISA, Listafólkasambandi Føroya

Annfinnur Heinesen, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya

Katrin Bonde, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya

Stjórin fyri Tjóðpall Føroya er skrivari á øllum fundum, sum leiklistaráðið hevur.

Tey, sum vóru afturvald, eru Elsa Johanna Høgenni (nú formaður), Hilmar Joensen, og Katrin Bonde.

Tað er Jenny C, Petersen, ið er virkandi stjóri á Tjóðpalli Føroya, og hevur hon verið stjóri síðan Tjóðpallurin varð settur á stovn í 2004, stjórin situr fyri fimm ár í senn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. apríl
Nýtt ljóð
207161
Hósdag 16. apríl
Eitt korter við
207150
Hósdag 16. apríl
Góðan morgun Føroyar
207128
Hósdag 16. apríl
Morgunlestur hósdagur 16.apríl 2026
207023
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Úr byggisøguni (1:3)
76206
Mikudag 15. apríl
Á brúnni í 38 ár - teknmálstulkað
207100
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066