Trýsttangin verður fluttur á Landssjúkrahúsið

Trýsttangin verður fluttur á Landssjúkrahúsið
Heilsumálaráðið rindar flutningin, men Vørn skal fyribils rinda rokningina fyri gjkd til læknar, sum skulu vera á vakt
Trýsttangin verður nú fluttur á Landssjúkrahúsið
 
04.06.2014 - 11:48

Trýsttangin hjá kavarum verður nú fluttur  á Landssjúkrahúsið at standa.

Kavararnir eru í verkfalli, tí trýsttangin vegna vantandi fígging er ikki  longur virkin, og fyrrapartin hevur málið um trýsttangan verið fyri á landsstýrisfundi.

Semja varð gjørd um, at tangin nú skal flytast av Sandvíkarhjalla á Landssjúkrahúsið, og at Heilsumálaráðið rindar fyri flutningin. 

Stríð hevur verið um rokningina fyri gjøld til læknar, sum skulu vera á vakt, men har hevur landsstýrið gjørt eina fyribilsavtalu um, at Vørn í nakrar mánaðir rindar ta rokningina, til ein endalig loysn er funnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
RagnarRokk 28.mai 2026
208557
Hósdag 28. mai
RagnarRokk: Dan Swanö um Moontower
208553
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457