Allir skúlar flyta í Felagsskúlan á Oyrarbakka

Allir skúlar flyta í Felagsskúlan á Oyrarbakka
Eftir summarfrítíðina í 2016 fara allir skúlar í Sunda kommunu at halda til undir somu lon. Felagsskúlin broytir navn til Skúlin við Streymin
Heðin Zachariasen er borgarstjóri í Sunda kommunu
 
18.06.2014 - 08:15

Skúlarnir í Sunda kommunu verða nú lagdir saman.

Tað upplýsti Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, í samrøðu við Rás 2 í gjár, eftir tað varð endaliga samtykt á fundi í Sunda býráð. 

Skúlin skal halda til á felagsskúlanum á Oyrarbakka. Sum er, ganga eldru næmingarnir í ymsu bygdunum í Sunda kommunu á Felagsskúlanum á Oyrabakka, og tey smærru børnini ganga í skúla í bygdunum, sum hoyra til kommuna. Men eftir summarfrítíðina í 2016 er ætlanin, at allir flokkar, frá 1. til 10 flokk, skulu vera undir somu lon á Oyrabakka.

Hetta er ein ætlan, sum arbeitt hevur verið við leingi.

Besta loysnin

- Vit halda, at hetta er tað rætta at gera. Og vit hava verið í bygdunum í kommununi og greitt frá ætlanunum, og vit hava fingið eina dygga undirtøku fyri at leggja skúlarnar saman, sigur Heðin Zachariasen.

Nýggjur skúli skal byggjast upp í verandi skúla, og skúlin fær eitt nýtt heiti, Skúlin við Streymin. 

Skúlabussur skal koyra næmingarnir millum heimbygdirnar og skúlan, og bussleiðin verður væntandi boðin út í næstum. 

Mentamálaráðið skal góðkenna ætlanina, áðrenn farið verður undir tilgongdina at leggja skúlarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576

Annað frá KVF