- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tjóðveldi tikið seg úr samgonguni

Breiða samstarvið, samstarvið millum allar flokkarnar í Tórshavnar býrað, helt uppat í nátt. Fyrst fekk ein býráðslimur hjá Tjóðveldi uppsøgn, og síðani søgdu hinir báðir upp.
Søgdu Marin Katrinu Frýdal úr samgonguni
Klokkan sjey minuttir í ellivu í gjárkvøldið kunngjørdi Heðin Mortensen, borgarstjóri, at býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum boðaðu í gjár Marini Katrinu Frýdal í Tjóðveldi frá, at tey hava mist álitið á henni sum politiskur samstarvspartur.
Ein meiriluti og ein minniluti
Klokkan níggju minuttir yvir hálvgum eitt í nátt kunngjørdi Jógvan Arge, varaborgarstjóri, so, at uppsøgn av einum av trimum býráðslimum Tjóðveldis er tað sama sum at siga øllum flokkinum upp.
Jógvan Arge í Havn, Marin Katrina Frýdal í Hoyvík og Jákup Dam í Kollafirði eru tí farin úr samstarvinum millum allar 13 býráðslimirnar. Nú eru so ein meiriluti og ein minniluti í býráðnum.
Mist álitið
Í brævinum til Marina Katrinu Frýdal siga tey tíggju í Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, at hon heldur enn at vísa samstarvsvilja, støðugt, og longu áðrenn, samstarvsavtalan varð undirskrivað, hevur roynt at leggja fót fyri tær góðu ætlanirnar, sum øll annars hava verið samd um at fremja. Hetta er farið at fylla ov nógv og órógvar áhaldandi annars góða samstarvið í býráðnum so nógv, at tey tíggju gjørdu av at siga samstarvið við Marina Katrinu Frýdal upp.




























