Heilsumálaráðið vil eisini hava onnur høli

Heilsumálaráðið vil eisini hava onnur høli
Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið hava havt fleiri felags virkisøki, men tey verða nú slitin sundur, tí Almannamálaráðið flytur í Tinganes
Heilsumálaráðið vil eisini sleppa av Eirargarði
 
25.06.2014 - 11:35

Heilsumálaráðið leitar nú eftir øðrum hølum at húsast í.

Í summar flytur Almannamálaráðið av Eirargarði, har tey hava húsast saman við Heilsumálaráðnum, út í Tinganes, tí hølini - sambært landsstýriskvinnuni -  eru ikki egnað til eitt stjórnarráð

- Tá hølini eru óegnað til starvsfólkini í Almannamálaráðnum, so eru tey sjálvandi heldur ikki egnað til okkara starvsfólk, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Enn hava tey tó ikki funnið nakran nýggjan bústað, men tey leita og hava hugt eftir onkrum alternativum.

Hava fleiri felags virkisøki

Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið hava fleiri ferðir áður verið eitt og sama stjórnarráð, og enn hava tey fleiri virkisøki, sum tey eru felags um.

Karsten Hansen harmast um, at tað hevur ikki borið til at finna eina felags loysn saman við Almannamálaráðnum, tí felags virkisøkini hava virkað so væl, og tey hava eisini gjørt umsitingina í bíligari.

Annika Olsen, landsstýriskvinna segði í síðstu viku, at hóast sjálv flytingin fer at kosta nakað, so sleppur ráðið undan at rinda nakað serligt í húsaleigu í Tinganesi. Tí verður ikki neyðugt við eykajáttan ella sparingum í Almannamálaráðnum fyri at svara hvørjum sítt. 

Hvussu verður við Heilsumálaráðnum, nú felags virkisøkini við Almannamálaráðið verða slitin sundur aftur, er óvist í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Hósdag 3. september
Eitt korter við jazzi
212647
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514