Ikki samd við landsstýrið

Ikki samd við landsstýrið
Hvørki føroysk ella donsk serfrøði skilti, hví Skálafjarðartunnilin skuldi fíggjast 100 prosent privat. Hetta stygdi íleggjarar burtur.
 
29.06.2014 - 13:45

Í mars 2012 kunngjørdi Landsverk eina kanning av prísmununum millum ymisku hættirnar at fíggja undirsjóvartunlarnar til Eysturoynna og Sandoynna.

Uppritið gjørdi tað greitt frá, at prísurin at koyra gjøgnum tunlarnar var nógv hægstur, um tunlarnir blivu fíggjaðir av privatum. Ein háttur at fáa eina bíligari rentu, er um allir undirsjóvartunlarnir verða lagdir saman í eitt felag, tí so kunna Skálafjarðar- og Sandoyartunnilin fáa eina lægri rentu upp á frívirði í Norðoya- og Vágatunlinum. Harumframt eru eisini fleiri aðrir møguleikar at finna ávís samstarv millum privata og almenna fígging. Men dýrasta loysnin fyri brúkaran er ein privat loysn, har tað almenna ikki veitur nakað slag av trygd fyri íløguna.

Landsverk hevur heldur ikki dult fyri, at Landsverk ikki helt, at tað var skilagott, at lata privat byggja, eiga og reka Skálafjarðartunnilin. 

Og sambært avhoyringini av Rúna Joensen - fyrrverandi aðalstjóra í Innlendismálaráðnum - vóru embætisfólkini í Innlendismálaráðnum samd við Landsverk. Privata loysnin var ikki skilagóð.

Men hvørki embætisfólkini ella serfrøðin í Landsverk kunna stýra politikarunum. Tað eru teir, sum taka avgerðirnar.

Í november 2011 bleiv Kári P. Højgaard landsstýrismaður í Innlendismálum. 

"Skálafarðartunnilin var eitt tað allarfyrsta, sum hannn setti á skrá, bert fáar dagar eftir at hann blivin landsstýrismaður", segði Rúni Joensen, tá hann var avhoyrdur.

Stutt eftir var fundur hildin løgmann, Kaj Leo H. Johannesen, og landsstýrismannin í fíggjarmálum Jørgen Niclasen, har Skálafjarðartunnilin var umrøddur. Løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vóru sinnaðir at játta pening, soleiðis at Kári P. Højgaard kundi fara undir at fáa verkætlanina framda. 

Treytin var tó, at verkætlanin skuldi vera 100 prosent privat. Annars kom ikki uppá tal at fara undir nakran Skálafjarðartunnil.

Sostatt varð farið víðari við eftir tí leisti, sum fekk vánaligast skoðsmál frá serfrøðini. 

Innlendismálaráðið setti danska advokatin frá Lett Advokatum, Kurt Bardeleben, sum leiðara fyri verkætlanina at gera Skálafjarðartunnilin. 

"Bardeleben skilti heldur ikki, hví landsstýrið ikki valdi loysnina at leggja allar tunlarnar í eitt felag", segði Rúni Joensen. 

Men tað var vónleyst at royna sannføra politikarnar um at broyta hugsan. 

"Mótstøðan móti at leggja tunlarnar í Føroyum saman í eitt felag er næstan religiøst", greiddi Rúni Joensen kanningarstjóranum frá.

At landsstýrið var so avgjørt, at Skálafjarðartunnilin skuldi fíggjast 100 prosent privat, var eisini ein trupulleiki, tá Innlendismálaráðið skuldi finna møgulig fíggingarfeløg at byggja tunnilin. 

Tá Innlendismálaráðið hevði sent útbjóðingartilfarið út, var tað ikki bara CIP, sum vísti Skálafjarðartunlinum áhuga.

"Tað var stórur áhugi frá íleggjarum", segði Rúni Joensen.

Men áhugin hvarv, tí landsstýrið var so avjørt, at verkætlanin skuldi vera 100 prosent privat, og landsstýrið ikki vildi binda seg á nakran til at veita nakað slag av trygd fyri verkætlanini.

Tí var til endast bara CIP eftir, sum vildi byggja, eiga og reka undirsjóvartunnilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Mikudag 25. november
Heilsuhornið
216950
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858