Kunnu missa veiðiloyvið

Kunnu missa veiðiloyvið
Reglurnar um revsing eru broyttar í kunngerðini um sild og makrel
Nú nærkast dagurin, tá skipini sleppa at fiska makrel og norðhavssild
 
30.06.2014 - 07:23

Nýggja kunngerðin um makrel og norðhavssild, sum Fiskivinnuráðið hevur fingið til ummælis, gevur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum loyvi til at taka ikki bara fiskiloyvið men eisini veiðiloyvið frá skipi, um skiparin er dømdur fyri ella hevur góðtikið sektaruppskot fyri at hava brotið reglurnar í kunngerðini um umskiping.

Sambært uppskotinum um kunngerðina, sum vera galdandi í 2014, stendur, at landsstýrismaðurin kann taka aftur veiði- og fiskiloyvið fyri ávíst tíðarskeið, er skiparin á fiskifarinum dømdur ella hevur góðtikið bót fyri at hava virkað, umskipað, latið ella tikið í móti veiðu uttan loyvi frá Vørn. 

Hetta stóð ikki í kunngerðini, sum var galdandi í fjør.

Stytt eina viku

Ein onnur broyting í ár er revsingin fyri at fiska undirmálsmakrel ella undirmálssild.

Sambært uppskotinum um kunngerð fyri 2014 kunnu skip missa fiskiloyvið í tríggjar vikur, fiska tey ov nógvan undirmálsfisk.
Í fjør var revsingin upp í fýra vikur fyri tað brotið á kunngerðina. 

Annars ber framvegis til at geva bót fyri brot á kunngerðina um skipan av fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi.

Fiskivinnuráðið fer í morgin at viðgera uppskotið hjá Fiskimálaráðnum um kunngerðina, sum verður galdandi í ár.    
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Fríggjadag 13. februar
Morgunlestur fríggjadagur 13.februar 2026
203860
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117