Ávarar móti álopi á rættartrygdina

Ávarar móti álopi á rættartrygdina
Felagið hjá teimum, sum arbeiða í landsfyrisitingini, heldur lítið um ætlanina um nýggjan bygnað fyri aðalráðini. Rættartrygdin í vanda
Burturvið at spara tíggju milliónir í aðalráðunum, heldur fakfelagið hjá búskaparfrøðingum og løgfrøðingum
 
07.07.2014 - 06:55

Eitt ógvisligt álop á føroyska rættarsamfelagið og á rættartrygd borgaranna, sum eingin fólkavald politisk skipan kann lata um seg ganga. 

BLF, felagið hjá teimum sum arbeiða í landsfyristingini, var ikki í iva, tá dómur skuldi sigast um "Kjakupplegg um bygnað í landsfyrisitingini", sum felagið fekk til hoyringar.

Búskapar- og Løgfrøðingafelagið ávarar staðiliga ímóti, at tílíkar ógvisligar og enntá ógrundaðar sparingarnar, sum tikið verður til, verða framdar.

Ørt at spara tíggju milliónir

Ætlanin hjá landsstýrinum er at spara tíggju milliónir krónur í landsfyrisitingini.

Ein arbeiðsbólkur varð settur at lýsa málið. Arbeiðsbólkurin gjørdi "Kjakuppleggið um bygnað í landsfyrisitingini." 

Nevndin í BLF heldur, at lýsingin og viðgerðin av verandi stjórnarráðum, sum skal vera grundarlag undir umfevnandi sparingum og bygnaðarbroytingum í fyrisitingini, er ov grunn. 

Uppleggið megnar ikki at geva eina reella mynd av virkseminum í ráðunum og heldur ikki at lýsa vavið og fjølbroytnið, sum eyðkennir stjórnarráðini. 

BLF heldur eisini, at uppskotið um at spara tíggju milliónir krónur yvir tvey ár í landsfyrisitingini burturav er fullkomiliga órealistiskt. 

Umroknað til starvsfólk svarar ein slík sparing til, at allir fulltrúar í tveimum stjórnarráum verða sagdir úr starvi, sigur fakfelagið í sínum hoyringarskrivi. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949