- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kristin leiðari stuðlar samkensludrápi

Fyrrverandi erkabiskupurin av Canterbury, Dr George Carey, hevur kunngjørt, at hann stuðlar einum uppskoti um samkensludráp fyri at sleppa undan ”óneyðugari líðing”.
Bretska Yvirhúsið skal fríggjadagin tingast um eitt uppskot um at loyva samkensludrápum í Onglandi og Wales. Sambært uppskotinum skal tað vera loyvt hjá læknum at geva eina drepandi mongd av linnandi heilivági til sjúklingar, sum hava minni enn hálvt ár eftir at liva, og sum hava nóg góðar sinnisførleikar til at taka hesa avgerðina.
Tað hevur tikið nógv á bóli, at Dr. George Carey, sum var leiðari fyri anglikansku kirkjuna frá 1991 til 2002, sigur seg stuðla uppskotinum. Sambært Dr. George Carey er tað ikki ”anti-kristiligt”, um ein skipar fyri, at deyðasjúkir sjúklingar sleppa undan ótolandi pínu.
Enska kirkjan hevur tikið frástøðu frá uppskotinum.
Dr. George Carey var eisini sjálvur ímóti samkensludrápið. Men í einari grein í Daily Mail skrivar hann, at hann hevur broytt hugsan, eftir at hava verið vitni til líðingina hjá Tony Nicklinson, sum doyði í 2012. Tony Nicklinson var deyðasjúkur, og var í rættinum, tí hann vildi hava stuðul at doyggja skjótari. Men tað slapp hann ikki.
"Málið um Tony Nicklinson hevði stóra ávirkan á meg. Her høvdu vit ein virðligan mann við einari einfaldari bøn um náði. Hann bað rættin um loyvi at doyggja í friði við stuðli frá sínari familju. Hann fekk meg at seta spurning við míni motivir í kjakinum. Setti eg trúarlæru fram um samkenslu, dogmu fram um menniskjaliga virðing”, skrivar Dr. George Carey.


























