Sea Shepherd leggur eftir Danmark

Sea Shepherd leggur eftir Danmark
Donsk hernaðarskip sigla hóttandi aftaná bátunum hjá Sea Shepherd, skrivar Sea Shepherd á Facebook í dag.
Sea Shephed hevur í dag lagt út myndir av danska verjuskipinum í Føroyum.
Mynd: Sea Shepherd Operation Grindstop 2014  
 
12.07.2014 - 14:33

”Blóðið hjá hvalunum dálkar bæði føroyskar og danskar hendur”. Hetta skrivar Sea Shepherd á Facebook vangamyndini ”Sea Shepherd Operation Grindstop 2014” í dag.

Sea Shepherd hevur lagt út myndir av danska verjuskipinum Hvidbjørnen, og skrivar Sea Shepherd, at danir hava sent partar av herflotanum til Føroyar fyri at verja grindadápið fyri atsóknir frá Sea Shepherd.

Donsk hernaðarskip sigla hóttandi aftaná bátunum hjá Sea Shepherd í føroyskum sjógvi, skrivar Sea Shepherd á Facebook.

Sea Shepherd ætlar at leggja trýst á ES fyri at taka stig móti Danmark fyri at stuðla grindadrápi, skrivar Sea Shepherd á sínum Facebook í dag.

Grindadráp er ikki bert føroyskt dráp av hvalum, men er eisini danskt dráp av hvalum, skrivar Sea Shepherd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595