Føroyskt landsliðsmet á norðurlendskari stevnu

Føroyskt landsliðsmet á norðurlendskari stevnu
Norðurlandameistarastevna, NMU, er í hesum døgum í Bellahøj í Keypmannahavn fyri svimjarar yngri enn junioraldur
 
13.07.2014 - 16:55

Í gjárkvøldið settu føroysku genturnar Signhild Joensen úr Ægir, Barbara Debes úr FLOT, Jana Thomsen úr Reysti og Sára R. Nysted úr Ægir nýtt føroyskt landsliðsmet, tá ið tær í 4 x 100 metrar frísvimjing svumu teinin uppá tilsamans 4:10.88. Tað skrivar svimjing.com.

Gamla metið var 4:19.01, sum Cecilia Eysturdal, Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum og Turið S. Christiansen svumu á NMU 2010.

Danmark vann gull við tíðini 3:56.14, Svøríki silvur við 4:05.85 og Noregi bronsu við 4:07.30.

Føroysku genturnar vunnu á gentunum úr Íslandi, sum svumu teinin uppá 4:21.17.

Svimjararnir kappaðust fríggjadagin og í gjár, og aftur í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459