Fiskepiger fylkjast

Fiskepiger fylkjast
Arbeiðsfólk á Tvøroyri vilja vera í sama fakfelag, fyrireika nú samanlegging
Nógvir limir í arbeiðarafeløgunum á Tvøroyri arbeiða hjá Varðanum Pelagic
 
16.07.2014 - 10:10

Undirtøka er fyri samanlegging í báðum arbeiðarafeløgunum á Tvøroyri.

Fakfeløgini bæði, Fiskepigernes Fagforening og Fylking, høvdu aðalfund leygardagin.

Hjá báðum feløgum var samanlegging á fundarskránni.

Feløgini eru samd um at arbeiða víðari við ætlanini um at leggja feløgini saman.

Nær feløgini verða løgd saman, er ikki greitt, men tað verður neyvan fyrr enn aðalfundirnar næsta ár hava verið.  

Fiskepigernes Fagforening varð stovnað í 1922 og Fylking í 1915. Saman hava feløgini okkurt um 300 limir.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040