Spurt um einskildan landbúnað

Spurt um einskildan landbúnað
Fyrsti spurningurin til landsstýrið í nýggju tingsetuni er um landsjørðina
Nýggj tingseta byrjaði týsdagin
 
31.07.2014 - 12:04

Nær verður almenna jørðin í Føroyum einskild, og hvussu verður tað gjørt?

Fyrsti spurningurin frá løgtinginum til landsstýrið í tingsetuni, sum byrjaði fyrradagin, er longu komin.

Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi spyr Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um ætlanina at privatisera landsjørðina.

Landsstýrismaðurin hevur sett ein arbeiðsbólk at kanna møguleikan at einskilja landsjørðina. 

Bjørt Samuelsen vil hava meira at vita um hendan arbeiðsbólkin.

Og hon vil eisini hava at vita, hvussu Jacob Vestergaard sær fyri sær, at avbjóðingarnar hjá landbúnaðinum verða loystar við at privatisera jørðina.
   

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328