Søkja eftir presti til Sandoynna

Søkja eftir presti til Sandoynna
Freistin at søkja er 4. september, og ætlanin er at seta starvið 1. desember
Jákup Reinert Hansen hevur verið prestur í Sandoynni síðani1982
 
14.08.2014 - 11:07

Søkt verður nú eftir sóknarpresti til Sandoyar prestagjald.

Í prestagjaldinum eru seks kirkjusóknir, í Skopun, á Sandi, í Skálavík, í Húsavík, í Dali og í Skúvoy. Umleið 1.250 fólk búgva í prestagjaldinum. 

Prestagarðurin er í Todnesi á Sandi, og sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í  prestagarðinum.

Í lýsingini verður sagt, at væntað verður, at presturin verður fólksliga viðkomandi og sjónligur í landslagnum. Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Freistin at søkja er 4. september klokkan 15, og ætlanin er at seta starvið 1. desember. 

Jákup Reinert Hansen hevur verið sóknarprestur á Sandi síðani 1982, men í heyst fer hann í starv sum lektari á Fróðskaparsetrinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659