Snarfundur um spentu støðuna í Ukraina

Snarfundur um spentu støðuna í Ukraina
Seinnapartin verður snarfundur millum Russland, Ukraina, Týskland og Frakland um spentu støðuna í Eysturukraina.
Týski uttanríkisráðharrin Frank-Walter Steinmeier vónar, at snarfundurin í dag kann loysa kreppuna í Eysturukraina
 
17.08.2014 - 11:41

Uttanríkisráðharrarnir úr teimum fýra londunum hittast í Berlin, og týski uttanríkisráðharrin Frank-Walter Steinmeier vónar, at úrslitið verður, at bardagarnir í eystara parti av Ukraina halda uppat, og at tað verður møguligt at fáa bráfeingis neyðhjálp til økið, skrivar týska blaðið Bild.

 

Blóðugu bardagarnir og ósemjan um russiska neyðhjálp hava gjørt støðuna enn spentari millum Ukraina og Russland. Men í gjár vóru tekin um, at londini nærkaðust í ósemjuni um neyðhjálparfylgið úr Moskva. Itar-Tass skrivar, at stjórnin í Ukraina viðurkennir, at stóra russiska fylgið er eitt neyðhjálparfylgi. 

 

Annars hava stjórnin í Kijev og stórur partur av vesturheiminum havt illgruna um, at endamálið við russiska neyðhjálparfylginum var, at fáa vápn til uppreistrarfólkini í Eysturukraina. AFP tíðindastovan skrivar tó, at Reyði Krossur vil hava trygd fyri, at talan er um neyðhjálp, áðrenn felagsskapurin fer undir at fáa russisku neyðhjálpina inn í Ukraina.

 

Sambært AFP tíðindastovuni hava 2.100 fólk latið lív í samanbrestum millum ukrainska herin og russiskt sinnaðu uppreistrarfólkini. 

 

Partarnir, sum hittast í dag, vóna, at fundurin millum urkainska uttanríkisráðharran Pavlo Klimkin og russiska starvsbróðurin Sergej Lavrov kann loysa kreppuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. februar
Morgunlestur hósdagur 27. februar 2025
187867
Mikudag 26. februar
Skratsj 26. februar 2025
188341
Mikudag 26. februar
Mono - Føroyskar perlur (3:4)
188335
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Ein søga um 45 ár
188344
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889