Vandi fyri stórum eldgosi í Íslandi

Vandi fyri stórum eldgosi í Íslandi
Fer Bárðarbunga at goysa er vandi fyri, at gosið kann samanberast við minniliga gosið í Eyðafjallajøkli fyri fýra árum síðani
Bárðarbunga sæst innast á Vatnajøkuli
Mynd: Mynd: "Atlas til heim og skúla” (Nám 2014)  
 
17.08.2014 - 17:38

Í Íslandi er stórur spenningur, um gamla eldgosið Bárðarbunga har norðuri undir Vatnajøkli aftur fer at goysa. Nógvir jarðskjálvtar hava verið í økinum hetta seinasta samdøgrið.

 

Serfrøðingar siga við íslendska kringvarpið, RUV, at tað er ikki ósannlíkt, at Bárðabunga fer at goysa. Í dag hevur fleiri ferðir verið flogið yvir økinum, og sagt verður, at enn hava tey ikki sæð tekin um, at tað er farið at goysa.

 

Íslendingar eru fyrireikaðir uppá, at Bárðarbunga fer at goysa, og sagt verður, at ein tilbúgvingarætlan er til reiðar.

 

Nú verður roynt at finna út av, hvønn veg tað fer. Tí verða mátingartól í dag sett upp á Vatnajøkli. Bergur Hermanns Bergsson, verkfrøðingur á Veðustovuni í Reykjavík, fór seinnapartin við tyrlu niðan á Vatnajøkul at seta eina mátingastøð upp. Hann sigur í samrøðu við Kringvarp Føroya, at mátingarstøðin skjótt skuldi givið nakrar greiðar ábendingar um støðuna.

 

-Vit vita ikki so nógv um hesa eldstøðina, sum er langt burtur frá bygdum øki. Tí er tað torført at siga hvat hendir, um Bárðarbunga fer at goysa. Men tað er ikki óhugsandi, at eitt slíkt gos kann fara at minna um gosið í Eyðjafjallajøkli fyri fýra árum síðani, sigur Bergur Hermanns Bergsson við Útvarpið í kvøld.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429