Fáa vørur til Russlands umvegis grannalond

Fáa vørur til Russlands umvegis grannalond
Russland loyvir matvørum at koma úr Hvítarusslandi og Kasakstan, hóast vørurnar eru gjørdar úr rávørum úr eitt nú ES ella Noregi
Russland - við Vladimir Putin, forseta, á odda - hevur gjørt avtalu við Hvítarussland og Kasakstan um tollfrælsi. Grannlondini gera sær nú dælt av hesi avtalu
 
19.08.2014 - 13:55

Londini, sum Russland ikki vil keypa matvørur frá, hava kortini ein møguleika at fáa sínar vørur til Russlands umvegis grannalond hjá Russlandi.

Tíðindastovan NTB skrivar, at Russland loyvir matvørum at koma úr Hvítarusslandi og Kasakstan, hóast vørurnar eru gjørdar úr rávørum úr eitt nú ES ella Noregi.

Við hesum royna myndugleikarnir í Moskva at forða fyri, at prísirnir hækka so nógv, nú ikki er loyvt at innflyta matvørur úr nógvum londum, sum Russland plagdi at keypa frá.

Fáa gleði av tllfrælsi

Fyrr í ár gjørdi Russland avtalu við Hvítarussland og Kasakstan um tollfrælsi. Og nú fáa grannalondini gleði av teirri avtaluni, tí tey kunna arbeiða rávøru úr boykottaðu londunum og síðani selja Russlandi vørurnar.

Sambært NTB leggur Dmitrij Medvedev, forsætisráðharri í Russlandi, dent á, at hann vónar, at handilsforðingarnar móti vesturheiminum fara at vara styttri tíð enn ætlaða árið, sum ætlanin var, tær skuldu vara.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985