Pedagogfelagið ger ongar smidligar loysnir

Pedagogfelagið ger ongar smidligar loysnir
Felagið kennir seg revsað, tí tað gjørdi eina fyribilsloysn um at flokka størv
Maud Wang Hansen er forkvinna í Pedagogfelagnum
 
20.08.2014 - 08:07

Pedagogfelagið verður ikki so lagaligt at fáast við hjá almennu arbeiðsgevarunum í framtíðini.

- Vit fara í øllum førum ikki longur at gera smidligar fyribils loysnir, meðan samráðst verður við mótpartin fyri í felag og í friði at finna tær bestu og mest konstruktivu varandi loysnirnar. 

Tað sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, nú felagið ikki fekk Fasta Gerðarrættin at taka upp aftur málið um limir felagsins í forskúlunum, málið, sum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vann í Fasta Gerðarrætti.

Pedagogfelagið gjørdi sáttmála við kommunurnar í januar, hóast samráðingarnar um flokking í forskúlunum ikki vóru lidnar tá.

Dyggiliga revsað

Av tí at semja var um, at málið um flokking skuldi avgreiðast fyri 1.mai, undirskrivaði Pedagogfelagið sáttmálan.  Men hesin smidleiki, fleksibilitetur, og vilji til eina friðarliga loysn er Pedagogfelagið nú so dyggiliga vorðið revsað fyri, sigur forkvinnan. Tað er tí ov vágið at gera slíkar fyribilsloysnir í framtíðini. 

- Fasti Gerðarrættur noyðir okkum við sínum úrskurði at gera bart frá fyrsta sekundi, tá okkurt mál er millum okkum og arbeiðsgevararnar, sigur Maud Wang Hansen, forkvinna í Føroya Pedagogfelag.

Og nú skúlarnir eru byrjaðir aftur, eru Pedagogfelagið og kommunurnar framvegis ikki komin á mál við flokkingini hjá námsfrøðingunum í forskúlunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659