Soleiðis fært tú ókeypis internet á fartelefonini
Soleiðis fært tú ókeypis internet á fartelefonini
Fleiri staðni í Føroyum kanst tú ferðast ókeypis á internetinum við tíni fartelefon. Sí her, hvussu tú kanst gera fyri at spara pening
Fleiri staðni í Føroyum kanst tú fara á internetið við tíni fartelefon - ókeypis. Sí í greinini, hvussu tú gert
Mynd: kvf.fo
21.08.2014 - 05:30
Hví gjalda fyri eina tænastu, tá tú kanst fáa tænastuna ókeypis? Tað tykist at vera hugsjónin handan ókeypis appina WiFi Map, har tú kanst ferðast ókeypis á internetinum, hevur tú samband við eitt tráðleyst net.
Tak niður appina niðanfyri
Appin WiFi Map fortelur tær, hvørji tráðleys net tú kanst brúka, nærhendis har tú ert. Higartil eru nógv tráðleys net skrásett í Tórshavn, Klaksvík, Runavík og Tvøroyri, har tú kanst brúka internetið ókeypis á fartelefonini.
Á myndini til høgru eru tráðleys net í Havn víst, har tú kanst fara ókeypis á internetið við fartelefon tíni. Tú kanst eisini fáa appina at vísa eitt kort yvir ókeypis net heldur enn ein lista.
Nógvir handlar, matstovur, almennir stovnar og privatfólk í Føroyum eru longu skrásett í appini WiFi Map, har tú ókeypis kanst knýta teg í ymisk tráðleys net í Føroyum, og fleiri støð leggjast afturat appini.
Soleiðis gert tú
Fyri at kunna brúka tráðleysu netini, sum appin WiFi Map vísur á, er neyðugt hjá tær at loyva tíni fartelefon at brúka GPS-funksjónina, so tú sært tey ókeypis net, ið eru nærhendis, har tú ert.
Tak niður appina til Android her: WiFi Map til Android
Fleiri tráðleys net í appini eru bronglað, har neyðugt er at hava "lykilin" til netið. Appin fortelur tær, hvørja kotu tú skalt brúka til netini, ið eru bronglað.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. juni
Morgunlestur mikudagur 26. juni 2024
177128
Týsdag 25. juni
EM tíðindi: 25. juni 2024
177229
Týsdag 25. juni
RagnarRokk á Copenhell 2024
177216
Týsdag 25. juni
Morgunlestur týsdagur 25. juni 2024
177127
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. juni
Veðrið
177246
Týsdag 25. juni
3-2 (24.juni 2024)
177215
Leygardag 22. juni
Video: 5mf kvinnur, Jóansøka 2024
177125
Leygardag 22. juni
Video: 10mf, Jóansøka 2024
177123