Thor byggir veitingarskip fyri 600 milliónir

Thor byggir veitingarskip fyri 600 milliónir
Fyrsta skipið fer í vinnu í heyst, og tað seinasta skal verða liðugt í mai næsta ár
Thor Magni er fyrsta seismikk-veitingarskipið hjá reiðarínum Thor
 
21.08.2014 - 14:35

Tey fýra nýggju seismikk-veitingarskipini, sum reiðaríið Thor hevur bílagt, fara at kosta 600 milliónir krónur tilsamans. Skipini eru fíggjað við útlendskum lánum og láni úr BankNordik. 

Skipini verða smíðað á skipasmiðjuni Besiktas í Turkalandi. Fyrsta skipið, Thor Magni, fór av bakkastokki fyrst í august, og Thor væntar at kunna seta hetta skipið í vinnu í november. Annað skipið verður væntandi liðugt beint eftir árskiftið, tað triðja í mars og tað fjórða í mai næsta ár.

Hjálparskip hjá amerikanarum

Skipini fara at sigla sum hjálparskip hjá norska seismikkfelagnum Petrolium Geo Services. PGS er eitt altjóða seismikkfkelag, sum ger kannar kolvetni í undirgrundini. Skipini hjá Thor fara eitt nú at sigla við olju og útgerð, og tey verða trygdar- og hjálparskip, tá seismiskarkanningar vera gjørdar.

Thor gjørdi ein langtíðarsáttmála við PGS í 2012, áðrenn skipini vóru bíløgd, og Hans Andrias Joensen, stjóri, sigur, at enn er nóg mikið av arbeiði til øll fýra skipini. Tey fara at arbeiða um allan knøttin. 

Skipini verða øll eins: 64,4 metrar long og 14,5 metrar breið, og tey hava alla nútímans útgerð.

Møguleikar fyri fleiri skipum

Thor hevur havt ymisk arbeiði í Føroyum, meðan Statoil hevur leitað eftir olju á føroyska landgrunninum. 

- Tað hevur ongan týdning, at Statoil nú gevst at bora undir Føroyum, tí vit arbeiða um allan knøttin, sigur Hans Andrias Joensen. 

Thor hevur møguleika at bíleggja fýra skip aftrat frá turkisku skipasmiðjuni, men í løtuni er ikki greitt, um Thor fer at byggja fleiri seismikk-veitingarskip. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Hósdag 9. juli
HM-tíðindi 9. juli 2026
210721
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523