Russiskir fallskíggjahermenn tiknir

Russiskir fallskíggjahermenn tiknir
Myndugleikarnir í Ukraina hava tikið 10 russiskar fallskíggjahermenn, tí teir vóru farnir ólógliga um markið til Ukraina
Myndugleikarnir í Ukraina hava tikið 10 russiskar fallskíggjahermenn, tí hermenninir vóru farnir ólógliga um markið til Ukraina, skrivar tíðindastovan AFP
 
26.08.2014 - 09:14

Trygdartænastan í Ukraina boðaði í gjár frá, at teir 10 hermenninir, sum eru russiskir ríkisborgarar, ólógliga vóru farnir yvirum markið til Ukraina. Teir vóru tiknir nærhendis einum lítlum býi umleið 50 kilometrar sunnan fyri Donetsk, og verða nú avhoyrdir.

Ukrainski verjumálaráðharrin skrivaði í gjár á Facebook, at Russland vil vera við, at hermenninir fremja hernaðarvenjingar, men í veruleikanum leypa teir á Ukraina, skrivaði hann.

Boðini komu í gjár, dagin áðrenn Petro Porosjenko, forseti í Ukraina, og Vladimir Putin, forseti í Russlandi, skulu hittast, í dag. Myndugleikarnir í Kijev hava leingi ákært russisku mynduleikarnar í Moskva fyri at stuðla russiskt-sinnaðu uppreistrarfólkunum í eystara partinum av Ukraina.

Tað er fyrstu ferð, at ukrainsku mynduleikarnir siga seg hava tikið russiskar hermenn, skrivar tíðindastovan AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386