Kostar 3.000 kr. at sleppa á grundstykkjalistan

Kostar 3.000 kr. at sleppa á grundstykkjalistan
Runavíkar kommuna krevur depositum, men peningurin verður goldin aftur, um umsøkjari tekur seg av listanum
 
11.09.2014 - 09:33

Tey, sum ætla at byggja sethús í Runavíkar kommunu, skulu nú gjalda 3.000 kr fyri at sleppa á grundstykkjalistan.

Tað skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Í sambandi við, at Runavíkar kommuna miðar eftir at hava ein so veruligan bíðilista til grundøki sum gjørligt, hevur býráðið samtykt at broyta reglugerðina fyri grundstykkjalistan hjá kommununi.

Umsøkjarar skulu nú gjalda 3.000 kr í depositum fyri at koma á bíðilistan. Upphæddin verður síðani drigin frá prísinum, tá umsøkjarin fær boðið grundstykki.

Vil umsøkjarin taka seg av listanum, fær hann samstundis pengarnar aftur.

Grundstykki eru tøk í øllum bygdum í Runavíkar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595