Leysir hundar verða eisini forbodnir í Runavík

Leysir hundar verða eisini forbodnir í Runavík
Kunngerð á veg, sum áleggur hundaeigarum í Runavíkar kommunu at hava hundin í bandi
Hundur mótmælir, at hann skal í band.
 
24.09.2014 - 10:05

Hundar í Runavíkar kommunu skulu nú eisini vera í bandi.

Ein kunngerð um tað er á veg. Hon var fyri á landsstýrisfundi í gjár. 

Runavíkar kommuna hevur heitt á Vinnumálaráðið um at seta í gildi fyri kommununa kunngerð um skyldu at hava hund í bandi. 

Kunngerðin um skyldu at hava hund í bandi hevur higartil bara verið galdandi fyri Tórshavnar kommunu og Klaksvíkar kommunu.

Nakrir undantiknir 

Í Klaksvíkar kommunu eru hundarnir í Árnafirði, Mikladal, Trøllanesi og Svínoy tó undantiknir bandinum.  

Kunngerðin áleggur fólki, sum hava hund, at hava hundin í bandi á gøtu, vegi, breyt ella øðrum øki, sum eru opin fyri vanligari ferðslu.

Bandið skal vera so stutt, at tann, sum leiðir hundin, hevur hundin tætt inni at sær. 

Tey, sum ikki halda boðini í kunngerðini, kunnu fáa bót.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375