Børn hava eisini rætt at klaga

Børn hava eisini rætt at klaga
Børn fáa nú møguleika at klaga til Løgtingsins umboðsmann, um tey halda seg verða skeivt viðfarin.
 
30.09.2014 - 15:42

Umboðsmaðurin fer at kunna kanna bæði almennar og privatar stovnar, sum hava ábyrgd av børnum, um rættindini hjá børnum.

1.oktober 2014 fer Løgtingsins umboðsmaður at hava eftirlit við, at Føroyar halda tað, sum stendur í Barnarættindasáttmálanum hjá Sameindu Tjóðum, um at tryggja rættindini hjá børnum.

Føroyar hava samtykt Barnarættindasáttmálan og hava tí bundið seg til at arbeiða fyri at betra korini og rættindini hjá børnum.

Tryggja rættindini hjá børnum

Í Barnarættindasáttmálanum stendur, at ein óheftur stovnur skal tryggja rættindini hjá børnum.

Løgtingið hevur samtykt, at eftirlitið við, at Føroyar halda Barnarættindasáttmálan, skal liggja hjá Løgtingsins umboðsmanni.

Umboðsmaðurin hevur longu frammanundan eftirlit við, at myndugleikarnir ikki vanrøkja sínar skyldur og gera fólki órætt.

Kann eisini sjálvur taka upp mál

Umboðsmaðurin viðger eisini klagur frá fólki, sum halda, at ein myndugleiki hevur borið seg skeivt at móti teimum. 

Lógin sigur, at Løgtingsins umboðsmaður skal virka sum óheft eftirlit á barna- og ungdómsøkinum. 

Hann skal viðgera klagur um viðurskifti hjá børnum og sjálvur taka upp mál. 

Onga hjálp ella skeivt viðfari

Lógin gevur eisini umboðsmanninum loyvi til at kanna og vitja bæði almennar og privatar stovnar og fosturheim, sum hava ábyrgd av børnum.

Børn kunnu til dømis klaga til umboðsmannin, um skúlin ella ein annar myndugleiki ikki vil hjálpa teimum.

Tey kunnu eisini klaga, um skúlin ella ein annar myndugleiki hevur tikið eina avgerð, sum tey er ósamd í ella um tey halda, at tey eru skeivt viðfarin.

Fáa hjálp 

Fleiri dømir kunnu lesast á nýggju heimasíðuni hjá umboðsmanninum: www.bum.fo

Um Løgtingsins umboðsmaður ikki sjálvur kann hjálpa børnum við teirra trupulleikum, kann hann seta tey í samband við onkran annan, ið kann hjálpa.

Umboðsmaðurin fer at virka saman við øðrum myndugleikum, sum arbeiða fyri rættindunum hjá børnum, millu

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558