- Tíðindi, mentan og ítróttur
3349 fólk deyð av ebola

Minst 3.439 fólk eru higatil deyð av ebola, boðar heimsheilsufelagskapurin WHO frá.
Síðan 1. oktober hevur WHO skrásett 7.492 fólk, sum er smittað av ebola. Sjúkan ger serliga um seg í vesturafrikonsku londunum Liberia, Sierra Leona og Guinea.
Neyðhjálparfelagskapurin Red Barnet ávarar um, at fimm persónar verða smittaðir við ebola hvønn tíma í Sierra Leona.
WHO óttast, at út við 20.000 fólk verða smittað av ebola í november.
Amerikanskir serfrøðingar eru tó munandi meir óttafullir. Um ikki meir verður gjørt við at basa sjúkuna, verða millum 550.000 og 1,4 millión fólk í Vesturafrika smittað í januar, ávarar Center for Disease Control and Prevention í einari frágreiðing, sum var almannakunngjørd týsdagin.



























