Messi ákærdur

Messi ákærdur
Argentinska stjørnan Lionel Messi skal fyri ein spanskan dómstól, ákærdur fyri skattasvik.
 
04.10.2014 - 09:48

Ein dómari hevur víst aftur eitt tilmæli frá verjanum hjá Lionel Messi um at sleppa ákærunum, tí tað er pápi Leonel Messi, ið hevur havt ábyrgdina av fíggjar-viðurskiftunum hjá soninum

Lionel Messi og pápi hansara, Jorge, skulu hava snýtt skattamyndugleikarnar fyri umleið 30 milliónir krónur í tíðarskeiðnum frá 2007 til 2009.

Feðgarnir hava víst aftur, at teir hava gjørt nakað ólógligt, og hava nú fimm dagar at kæra rættaravgerðina, sum sigur, at ákæra skal reisast um skattasvik.

Óskattaðu inntøkurnar skulu stava frá sponsoravtalum við ymisk vørumerki, verður sagt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793