Ófriður um svartkjaftin

Ófriður um svartkjaftin
Ófriður er um svartkjaftin, nú strandarlondini aftur eru farin undir at samráðast um undirsjóvarfiskin. ES og Føroyar hava hug at krevja størri part
 
14.10.2014 - 15:30

Friður hevur verið um svartkjaftin, síðani strandarlondini eftir 21 samráðingarumfør gjørdu ein býtislykil í 2006. Sambært honum eigur ES 30 prosent av heildarkvotuni, Føroyar og Noreg eiga 26 prosent í part og Ísland 17,1 prosent.

Sambært norska blaðnum Fiskeribladet Fiskaren hava bæði ES og Føroyar hug at krevja størri part. Fyri fimm árum síðani fekk ES í lag at fáa svartkjaftastovnin kannaðan. Tað er gjørt, men sambært Fiskeren sigur frágreiðingin ikki greitt, hvar svartkjafturin er.

SÍ EISINI Eingin semja um svartkjaft

Men ES og Føroyar krevja meira við at vísa á veiðutølini. ICES mælir til, at svartkjaftakvotan næsta ár ikki verður størri enn 840.000 tons. Men tá er roknað við einum faktori fyri deyðiligheit, sum er 0,18.

Vísindafólk siga tó, at stovnurin tolir 0,32. Kvotan i 2014 byggir á faktorin 0,22. Noreg mælir til at brúka faktorin 0,30 næsta ár. Sambært honum verður svartkjaftakvotan eina millión og 326.000 tons í 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. apríl
Soleiðis kemur tú úr tankameldri
207083
Mikudag 15. apríl
Morgunlestur mikudagur 15.apríl 2026
207022
Týsdag 14. apríl
Perlulív í Vágsbotni (2:4)
207030
Týsdag 14. apríl
ABC Samgongan
207046
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207094
Týsdag 14. apríl
Veðrið
207060
Týsdag 14. apríl
Føroyar - Grikkaland, seinni dystur
207066
Týsdag 14. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
207032
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994