Føroya rættur gav Sea Shepherd bátarnar aftur

Føroya rættur gav Sea Shepherd bátarnar aftur
Grindstop 2014 á sjónum kostaði Sea Shepherd tríggjar milliónir krónur, og politiið brúkti tvey siffraða milliónaupphædd
Føroya rættur gav Sea Shepherd bátarnar aftur, sum politiið tók á Sandi 30.august. Hvør bátur er verdur 350.000 kr. sambært Sea Shepherd.
 
23.10.2014 - 14:00

Føroya rættur gav í dag Sea Shepherd bátarnar aftur, sum politiið tók í grindini heima á Sandi tann 30.august.

Hóast Sea Shepherd hevur kunngjørt, at tey koma aftur til Føroya næsta ár, og teir tríggir bátarnir sannlíkt verða brúktir aftur tá í herferðini Grindstop, heldur rætturin, at bátarnir verða ikki brúktir til vandamiklari kriminalitet enn teir eru brúktir til higartil í Føroyum.

Og tann brotsgerðin gav ikki meira enn 1.000 kr. í bót. 

Fingu bót

Tá so virðið á hvørjum báti er 350.000 kr. sambært deildini hjá Sea Shepherd í Fraklandi, sum eigur bátarnar, svarar tað á hátt ongan til, at felagsskapurin missir bátarnar. Har er ikki samsvar ímillum, sigur rætturin.

Tey átta fólkini, sum vóru í bátunum á Sandi, fingu 1.000 kr. hvørt í bót fyri at bróta grindakunngerðina og politiviðtøkuna. Tey skulu eisini gjalda sakarkostnaðin.

Upplýst varð í rættinum, at offshoreparturin, tað er virksemið á sjónum, í Føroyum í summar kostaði fronsku deildini hjá Sea Shepherd 400.000 evrur, tríggjar milliónir krónur. 

Politiið brúkti milliónir

Eisini varð upplýst, at politiið brúkti nógvar milliónir krónur, upphæddin er tveysiffrað, til tilbúgvingina, meðan Sea Shepherd var í Føroyum.    

Seinastu Sea Shepherd fólkini fóru úr Føroyum fyrst í oktober. Men Sea Shepherd hevur longu boðað frá, at tey koma aftur hendanvegin næsta summar.

Ákæruvaldið kann kæra úrskurðin hjá Føroya rætti um bátarnar hjá Sea Shepherd til Landsrættin.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290