Kanningar hjá løgtinginum kosta nakrar milliónir

Kanningar hjá løgtinginum kosta nakrar milliónir
Løgtingsformaðurin hevur biðið løgtingið um 2,9 mió. kr. í eykajáttan til tvær kanningar í ár
Hans Gammeltoft-Hansen kannar Eysturoyartunnilin fyri løgtingið. Kanningin kostar 2,85 mió. kr. í ár.
 
24.10.2014 - 07:19

Tað kostar løgtinginum tvær milliónir og 850.000 mió. kr. í ár at fáa lutin hjá Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, í málinum um privatu ætlanina um Eysturoyartunnilin kannaðan. 

Tað stendur í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, legði fyri løgtingið í gjár.

Grein 19 nevndin, sum kannar Eik grunnin, kostar 200.000 kr. í ár. Nevndin hevur sett ein advokat at hjálpa sær við kanningini.

Men løgtingið hevur bara 150.000 kr. til eftirlitsarbeiði í fíggjarlógini fyri 2014. 

Tí noyðist løgtingið at biðja løgtingið um 2,9 milliónir krónur afturat til eftirlitsarbeiðið í ár.

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2015 er hálv onnur millión sett av til eftirlitsarbeiðið hjá løgtinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891