Lærarar verjast móti harðskapi

Lærarar verjast móti harðskapi
Føroya Lærarafelag gjørt uppskot til leiðreglur, sum skulu galda, tá ið lærarar eru fyri harðskapi ella hóttanum
Nú koma nýggjar leiðreglur at verja lærarar móti harðskapi
Mynd: Savnsmynd  
 
28.10.2014 - 08:59

Uppskotið verður í løtuni ummælt hjá skúlaleiðarafelagnum, og skal viðgerast á álitisfólkaskeiði seinni í heyst, áðrenn tað verður sent limunum til kunningar.

Leiðreglurnar hava til endamáls at skapa fastar mannagongdir, tá næmingur fremur harðskap ella kemur við hóttanum mótvegis lærarum. 

Tað er ein vaksandi trupulleiki, at lærarar eru fyri harðskapi í starvi sínum, og tað er oftast næmingar, sum fremja harðskapin. Hetta er ein gongd, sum hevur tikið dik á seg síðstu 20 árini, og tí er tað umráðandi, at harðskapurin verður fráboðaður hvørja ferð, skrivar Herálvur Jacobsen formaður í Føroyar Lærarafelag, á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum

Í høvuðsheitum snúgva leiðreglurnar seg um, at lærarin alt fyri eitt skal biðja um hjálp frá einum starvsfelaga um hann verður álopin. Síðani skulu boð sendast til skúlaleiðsluna og álitisfólki. 

Harðskapurin skal altíð fráboðast til skúlaleiðsluna, men talan kann eisini verða um at fara til Arbeiðseftirlitinum, og í summum førum til løgregluna. Hetta síðsta skal tó umhugsast væl, tí talan kann verða um børn, sum hava serligan tørv og serligan atburð, og tá verður løgreglan sjálvdan blandað uppí, skrivar Herálvur Jacobsen. 
 
Leiðreglurnar fata eisini um næmingin, sum fremur harðskapin. Foreldrini hjá næminginum skulu kunnast sum skjótast og kallast inn til samrøðu við skúlaleiðaran, og avgerast skal hvørjar avleiðingar harðskapurin ella hóttanin skal hava fyri næmingin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970